Faktaboksin hjá Norðlýsinum, sum Carl Jóhan Jensen ilskast inná (Mynd: Nordlysid.fo)

Carl Jóhan Jensen: Skaldskapur er fjas og fáfongd í Norðlýsinum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Oda Strøm

24.02.2018 - 16:36

Mentan >

Norðlýsið legði í gjár eina grein út við heitinum "Mentanargrunnurin og The Usual Suspects". Í greinini hevur Norðlýsið gjørt eitt yvirlit yvir teimum, ið hava móttikið starvslønir frá Mentanargrunni Landsins longst.

Norðlýsið vil vera við, at somu nøvn ganga aftur og aftur, harav tey flestu í miðstaðarøkinum - meðan teir fáu nýggju starvslønarmóttakararnir fáa bert játtaða starvsløn í eitt stutt tíðarskeið, ið helst er ov stutt til at fáa flog.

Skal Mentanargrunnurin menna og kveikja føroyska mentan og list, so er neyðugt at starvslønirnar hjá grunninum ikki bara verða eitt slag av alternativum mentanarvirðislønum fyri útint arbeiði hjá teimum longu etableraðu. Hann er noyddur til at taka váða á seg, sum inniber, at hann møguliga stuðlar onkrum “fusara” nú og tá.

Hetta er follið etableraða rithøvundanum Carl Jóhan Jensen fyri bróstið.

- Nú er tað so ymiskt hvørjar tankar fólk gera sær um list sum dagligt yrki, ikki síðst tey, ið javnan lesa Norðlýsið. So eg man ongum siga nakað upp á bakið, um eg loyvi mær at gita, at yvirlitið er prentað við tí í hyggju, at lesarin skal ógvast við, at summi hava „fingið“ so nógv frá tí almenna fyri at fáast við slíkt, sum bara kann eita fjas og fáfongd í Norðlýsinum.

Carl Jóhan er hvassorðaður og vísir á, at sjálvt tann, ið hevur fingið mest, fekk bara løn fyri 78 mánaðar, meðan onnur í øðrum yrkjum fingu løn í 216 mánaðar, uttan at nakar tók atlit til avrik ella sáaði iva um, hvørt tey áttu sína løn uppiborna.

- Men varð dømið, um bert eitt eygnablunk, snarað á eitt sindur, og talvan lisin frá øðrum sjónarhorni, tá høvdu summi møguliga fingið annað at øtast um. Tí tað er nú so, satt best at siga, at meðan fyrrnevndu yrkisrithøvundar „fingu“ starvsløn útlutaða úr Mentanargrunninum hesi árini og løgdu drúgt verk eftir seg í skaldsøgum, yrkingasøvnum og leikverkum, fingu onnur í øðrum yrkjum løn í 216 mánaðir, uttan at nakar tók atlit til avrik ella í aðrar mátar sáaði iva um, hvørt tey áttu løn sína uppiborna. 

Carl Jóhan vísir í skrivinum á, at um føroyskt mál og føroyskar bókmentir skulu klára seg í kappingini við lesitilfarið á donskum og enskum, er neyðugt, at skrivandi í Føroyum fáa livilig kor at virka undir, og tað er ikki lønarleyst. 

- Øðrvísi er við skrivandi fólki. Orðaleyst kann lønast alment fyri at undirvísa í tí, sum føroysk skrivandi lata úr hondum og enntá fyri at læna tað út á bókasøvnum, men Guð forbjóði, at so mikið sum lágmarksløn verður goldin fyri at skriva. Sum ein løgtingsmaður, eg minnist ikki úr hvørjum flokki, einaferð helt fyri í tinginum: „Í Føroyum verður eingin fongslaður fyri at skriva.“ Hvør skal siga, hví skulu tit so hava løn fyri tað eisini. Ella sum ein annar tingmaður og fyrrverandi formaður í mentanarnevndini málbar seg: „At vera rithøvundur er ein lívsstílur og ber løn sína í sjálvum sær.“