(DR

Video: Carlsen - Eitt hysteriskt jaahhh

Sverri Egholm

22.01.2018 - 20:06

Mentan > Mentan > Tónleikur

Eitt er at syngja væl, men tað er eisini umráðandi at hava eina góða takkarrøðu. Tað heldur dr.dk í øllum førum, og heimasíðan hevur fingið nakrar av luttakarunum at geva eitt boð uppá, hvat tey høvdu sagt, um tey vunnu Melodi Grand Prix.

Heimasíðan hevur eisini fingið fatur á føroysku Carlsen systrunum.

- Eg fari ikki at klára at siga nakað sum helst, og endi við at standa og gráta, svarar Laila Carlsen flennandi uppá tilhugsaðu støðuna.

Í video, sum DR hevur lagt út siga tær tríggjar at tað kemur eitt “hysteriskt jaahhh”, sum tær orða seg.

Danska Melodi Grandprixið verður 10. februar.