Carlsen sligin út úr World Cup


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Ingi Samuelsen

11.09.2017 - 08:10

Ítróttur > Ítróttur > Huga ítróttur (talv/bridge osv.)

Heimsins besti telvari, norðmaðurin Magnus Carlsen, er sligin út úr stóru World Cup talvkappingini í Georgia.

Magnus Carlsen megnaði ikki at vinna á kinesaranum Bu Xiangzhi í triðja umfari av kappingini. Hetta er fyrsu ferð síðan 2007, at norðmaðurin tapir ein dyst, ið varðar meira enn eitt talv.

Kinesarin Xiangzhi var styrkismettur nummar 33 í kappingini. Hann vann leygardagin við svørtum fólki, og fyri at tryggja sær umspæl, skuldi Magnus Carlsen vinna í gjár. Men tað eydnaðist ikki. Talvið endaði javnt, og harvið kom kinesarin víðari til fjórða umfar.

Seinast Magnus Carlsen vann ein dyst av hesum slag var til World Cup 2007, tá hann, 16 ára gamal, tapti moti Gata Kamsky, skrivar nrk.no.

Talan er um somu kapping, sum føroyingurin Helgi Dam Ziska luttók í. Helgi tapti móti Teimor Radjapov úr Aserbajan, sum var sligin úr kappingini í øðrum umfari av Vladislav Artemiev úr Russlandi.

Merkisvert er eisini, at Sergey Karjakin, ið tapti seinastu HM-kapping móti Magnus Carlsen, eisini er sligin út úr kappingini. Hann tapti í øðrum umfari móti landsmanninum Daniil Dubov.

Triðja umfar verður liðugtspælt í dag. Síðan verður farið til fjórða umfar, har vinnararnir koma í fjórðingsfinalurnar. Endaspælið í kappingini verður í døgunum 23. til 27. september.