Carlsen systrarnar á danska Melodi Grandprix

Ingi Samuelsen

22.01.2018 - 10:38

Mentan > Tónleikur > Rútmiskur tónleikur

Danmarks Radio hevur júst kunngjørt nøvnini á teimum, sum skulu kappast um at umboða Danmark á altjóða grandprix sangkappingini í ár.

Og føroyingar vera við, tí ein av sangunum skal syngjast av dugnaligu Carlsen-systrunum úr Havn, Vanju, Lailu og Barbaru.

Tær skulu syngja sangin "Standing up for Love", sum sviarnirThomas Thörnholm og Michael Clauss og amerikanarin Dave Rude hava skrivað.

Tað er Mads Enggaard, sum hevur valt henda sangin at vera við í donsku sangkappingini. Um Carlsen-systrarnar sigur hann.

"Trioen forløser fuldstændig denne sang med deres skønne stemmer, som smelter sammen i overbevisende harmonier på en måde, hvor det er svært ikke at overgive sig til kærlighedsbudskabet og troen på, at vi kan gøre en forskel ved at stå sammen i kærlighedens navn."

Dansk Melodi Grandprix verður leygardagin 10. februar