(Mynd: DR)

Carlsen systrarnar: Hetta kennist sum ein russjubani

Oda Strøm

10.02.2018 - 15:03

Mentan > Tónleikur > Tónleikakappingar

Carlsen systrarnar eru spentar og klárar til í kvøld, siga tær í samrøðu við vertirnar í sendingini "Nú er leygardagur".

- Tað brúsar í búkinum við nervum! Tað er ikki tað, at vit eru ósikrar, men mann vil bara levera tað besta.

Systrarnar skulu á pall um góðar fýra tímar, og tað er við góðari hjálp, at alt er klárt til í kvøld.

- Vit hava gjørt ta mestu sminkuna sjálvar, tí vit eru make-up artistar, men vit hava fingið góða hjálp frá Karin Sólsker til hár, og fingu eisini hjálp frá DR til klæðir. Laila av Reyni hevur eisini hjálpt við klæðunum, so vit eru klárar til í kvøld. Vit harmonera, leggja systrarnar afturat.

Sendingin byrjar klokkan 19:00 á Kringvarpi Føroya, og systrarnar skulu spæla sum nummar sjey.

Hoyr alla samrøðuna við Carlsen systrarnar her