Caroline Wozniacki (Savnsmynd: EPA)

Caroline Wozniacki vann ársins fyrsta dyst



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

02.01.2018 - 13:23

Ítróttur > Ítróttur > Tennis

Caroline Wozniacki hevur funnið formin seinastu tíðina, og eru av álvara farin at gera sum seg á tennisvøllinum. Í dag vann hon ársins fyrsta dyst, tá hon uttan trupulleikar basti amerikonsku Madison Brengle.

Caroline Wozniacki hevur ikki spælt ein týðandi dyst í tveir mánaðir, men tað sást ikki aftur í dagsins dysti. Wozniacki vann bæði settini í dystinum. Fyrra setti endaði 6-3, meðan Wozniacki onga iva lat verða um hvør er betri tennisleikarin, tá hon vann seinna sett sannførandi 6-0.

Spenningur var um hvussu Wozniacki fór at klára seg, tí at tað eru minni enn tvær vikur til ársins fyrstu grand slam kapping, Australian Open, skrivar DR.

Wozniacki verður mett at verða ein av favorittunum at vinna Australian Open, eftir at hon vann ársendakappingina í oktober, har einans átta teir bestu tennisleikararnir hjá kvinnum og monnum eru við.