Carrie Fisher deyð


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jens Hákun Leo

27.12.2016 - 19:04

Mentan > Uttanlands > Annað

Carrie Fisher, betur kend sum Princess Leia úr Star Wars, andaðist í morgun kl. 8.55, lokala tíð í Los Angeles, 60 ára gomul.

Hetta upplýsir eitt talsfólk hjá dóttur hennara, sambært fleiri tíðindastovum.

Carrie Fisher fekk ein hjartasteðg tollaksmessudag umborð á einum flogfari, sum var á veg til Los Angeles úr London.

Hetta hendi 15 minuttir fyri, at flogfarið skuldi lenda í Los Angeles, og so skjótt flogfarið lendi, varð Carrie Fisher koyrd á UCLA Medical Center og løgd í respirator.

Nú fýra dagar seinri hevur hon givið skarvin yvir á síðsta sinni.

Carrie Fisher hevur spælt í einari røð av filmum upp ígjøgnum árini, umframt at hon eisini hevur spælt í fleiri sjónvarpsrøðum. Hon gjørdist tó heimskend sum Princess Leia í teimum trimum upprunaligu Star Wars filmunum og var eisini við í Star Wars: The Force Awakens, sum kom út í fjør, og sum er tann fyrsti filmurin í einari nýggjari Star Wars-trilogi.

Og sjálvt um hon nú er deyð, verður hon – eftir ætlan - við í tí næsta Star Wars filminum, sum kemur út næsta ár, í og við at upptøkurnar til tann filmin longu eru gjørdar.

Carrie Fisher hevur upp ígjøgnum árini havt trupulleikar við rúsevnismisnýtslu og sinnisligari sjúku. Hetta er eisini nakað, hon hevur viðurkent og barst ímóti, og fyrr í ár fekk hon heiðurslønina ”Annual Outstanding Lifetime Achievement Award in Cultural Humanism” frá Harvard College fyri hennara aktivismu og opinleika viðvíkjandi tí at tosa um sinnisligar sjúkur, um tað at vera bundin í heila tikið og um agnostisismu. Harvard College segði tá, at Carrie Fisher hevði flutt tann almenna diskursin viðvíkjandi hesum evnum á ein kreativan og empatiskan hátt.

Grein uppdaterað: 18.54 - 28.12.2016