Carlos Carvalhal (Mynd: Scanpix Denmark)

Carvalhal skal bjarga Swansea

Ari av Rana

28.12.2017 - 14:58

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Tað verður portugisiski Carlos Carvalhal, sum skal standa á odda fyri botnliðinum í Premier League. Carvalhal hevur fingið sáttmála til verandi kappingarár, skrivar ESPN.

Carlos Carvalhal var venjarin venjari hjá Sheffield Wednesday frá juni 2015 til jólaaftan í ár, tá felagið og hann vórðu samd, um at enda samstarvið. Sheffield Wednesday lógu í niðaru helvt í næstbestu ensku deildini tá.

Nú fær Carlos Carvalhal so møguleikan at royna seg í Premier League við walisiska liðinum Swansea.

Swansea koyrdi venjaran Paul Clement 20. desember. Tá hevði felagið einans vunnið ein dyst og spælt ein javnleik seinastu 10 dystirnar. Síðani Clement varð koyrdur, hevur Leon Britton staðið á odda fyri liðinum.