Mynd: EPA

Castro jarðarferð voldar til høvuðbrýggj

Steinar Patursson

28.11.2016 - 23:15

Tíðindi > Uttanlands > Politikkur

Nógvar stjórnin - serliga í Vesturheiminum, sita nú og klóra sær sjálvum í skallanum, nú Fidel Castro er deyður, og stjórnarumboð skulu sendast til jarðarferðina.

Í Russlandi er longu greitt, at Putin forseti fer ikki sjálvur til jarðarferðina, men sendir Vyacheslav Volodin, tingformann í russiska undirhúsinum. Hetta er greitt eitt tekin um, at viðurskiftini millum Russland og Kuba eru ikki eins, og tey vóru undir Soviett tíðini.

Verri er hjá nógvum vesturlendskum londum, ið skulu vísa diplomatiskt pli, samstundis sum ikki at tykjast prísa Fidel Castro, sum í eina hálva øld stýrdi Kuba við harðari hond.

Mong høvdu væntað, at Justin Trudeau, forsætisráðharri í Kanada, fór at vera til staðar til jarðarferðina. Viðurskiftini millum Kuba og Kanda hava altíð verið lutfalsliga góð, og Castro var sjálvur til jarðarferðina hjá pápa Justin Trudeau, Pierre Trudeau, ið eisini var forsætisráðharri í Kanada.

Úr 10 Downing Street verður boðað frá, at tað er ósannlíkt, at Boris Johnson, bretskur uttanríkisráðharri, verður til staðar. Ivaleyst verður tað næstimaður hansara, Sir Alan Duncan, ið skal umboða Stórabretland til jarðarferðina.

Heldur ikki Jeremy Corbyn, andstøðuleiðari í Stórabretlandi og sjálvlýstur kommunistur, fer til jarðarferðina.

Í USA er støðan enn meira spent. Hóast tað er sera ivasamt, um nakar í stjórnini verður til staðar, so hava serliga republikanarar verið atfinningarsamir um yvirhøvur at senda nakran.

Serliga Newt Gingrich, fyrrverandi tingformaður og republikanskt undanvalevni til forsetaval, helt, at USA skuldi ikki senda nakran til Kuba, hóast viðurskiftini landanna millum eru vorðin betri seinasta hálva árið.

- Undir ongum umstøðum skal Obama forseti ella Biden varaforseti ella Kerry uttanríkisráðharri fara til Kuba til jarðarferð hjá Castro. Hann var ein tyrannur, skrivaði Gingrich millum annað á Twitter.

Ted Cruz senatorur og eisini republikanskt undanvalevni - sum eisini hevur kubanskar røtur - skrivaði:

- Eg vóni ikki, at vit síggja umboð fyri USA til jarðarferðina hjá Fidel Castro. Eg vóni ikki, at vit síggja Barack Obama, Joe Biden og Hillary Clinton og demokratar gera nógv burturúr einum drápshugaðum og tyranni og bølmenni.

- Um tú ikki hevði farið til jarðarferðina hjá Pol Pot ella Stalin ella Mao, tí at teir vóru blóðtystir kommunistiskir einaræðisharrar, so skalt tú ikki gera tað, ið Barack Obama og Justin Trudeau gera, ið er at hátíðarhalda Fidel Castro: Ein blóðtystan kommunustiskan einaræðisharra.