Fernando Hierro á odda fyri seinastu venjingini hjá Spania undan stórdystinum í kvøld. Hetta var talan um fyrstu venjing hjá fyrrverandi stórleikaranum um høvuðsvenjara fyri sínum landið



(Mynd: EPA)

Cavani og Suarez vs Salah og stór evropeisk grannauppgerð

Agnar Frederiksen

15.06.2018 - 08:19

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur
Tað gjørdist til endans talan um sanna málveistlu í opningsdystinum á Luzhniki leikvøllinum í gjár. Russisku vertirnir vunnu heili 5-0 á Saudi Arabia, og harvið fekk Russland eina frálíka byrjan, og hevur givið sær sjálvum eina góða støðu í bólki A.

Les meira um dystin í gjár her: http://portal.fo/vertirnir+logdu+ut+vid+greidum+sigri.html

Tríggir dystir verða leiktir í dag. Stórsigurin hjá Russlandi í gjár leggur eitt ávíst trýst á Egyptaland og Uruguay, ið hittast tíðliga seinnapartin í bólki A. Liðini hava bert hittst einaferð fyrr í søguni. Tað var í 2006, tá Uruguay vann 2-0 í venjingardysti. 

Á báðum liðum eru stórir profilar. Mohammed Salah hevur havt eitt frálíkt kappingar ár í Liverpool, og er komin fyri seg eftir skaðan hann fekk í økslina í Champions League-finaluni. Tað avhongur nógv av Salah, um Egyptaland skal hava stig í dag og koma víðari úr bólki. Uruguay er ein sera stolt fótbóltstjóð, og har er tað serliga álopsparið Edinson Cavani og Luis Suarez, og miðverjan úr Atletico Madrid, Diego Godin og Jose Maria Gimenez, ið eru navnframir og umráðandi. Har eru fleiri aðrir spennandi leikarar hjá Uruguay, ið er favorittur í dag.

Dysturin klokkan 16.00 er ikki tann, ið allarflestu fótbóltsfjepparar hava sæð fram til. Iran - Marokko skríggjar ikki beinleiðis stórdystur, men fyri bæði liðini er hetta besti møgueliki fyri sigur í bólkinum. Hetta er fyrri av tveimum dystum í bólki B í dag. 

Norðurafrikanska landið er favorittur, og hevur millum annað Juventus-verjuleikaran Mehdi Benatia sum liðformann, og spælskipari er Hakim Zyiech úr Ajax. Iran hevur ikki nógvar kendar leikarar; mest kendur er portugisiski venjarin, Carlos Quieroz, ið fyrr hevur staðið á odda fyri Real Madrid og hevur verið hjálparvenjari hjá Sir Alez Ferguson í Manchester United. Bæði liðini eru vanliga væl skipaði; Marokko lat m.a einki mál inn í undankappingini. So tað kann gerast talan um ein málfátækan dyst.

Klokkan 19.00 er satt brak, tá Portugal og Spania hittast í Sochi. Evropameistarin við Ronaldo á odda skal royna at koppa Spania, ið hevur verið fyri einum óvæntaðum venjaraskifti. Julen Lopetegui tók við sum Real Madrid-venjari týsdagin uttan at boða spanska fótbóltssambandinum frá. Hetta førdi til eina uppsøgn dagin eftir - tveir dagar áðrenn fyrsta dystin. Fyrrverandi liðformaðurin á landsliðnum og hjá Real Madrid, Fernando Hierro, er nýggjur í sessinum og hevur sostatt havt sera avmarkaða tíð undan uppgerðini.

Hinvegin hevur Hierro verið partur av spanska fótbóltssambandinum sum Sporting Director seinastu tíðinia. Spania plagar at hava gott á tak á grannunum, men tað verður uttan iva ein tættur og spennandi dystur í kvøld

Skráin í dag:

13.00: Egyptaland - Uruguay(Bólkur A)
16.00: Iran  - Marokko(Bólkur B)
19.00: Portugal - Spania( Bólkur B)