Mynd: EPA

Cavendish tikið seg úr Tour de France

Sverri Egholm

19.07.2016 - 21:37

Ítróttur > Ítróttur > Súkkling

Sprintarin Mark Cavendish hevur tikið seg úr ársins Tour de France kapping. Tað skrivar tv2.dk í kvøld.

Hvílidagur hevur verið í dag áðrenn gongd verður sett á síðstu teinarnar í morgin, tí kappingin endar sunnudagin.

At hann nú tekur seg úr kappingini kemst av, at hann ikki er so væl fyri nú og hann ætlar sær at luttaka í øðrum kappingum í summar.

- Eftir at hitin og intensiteturin á seinastu teinunum hevur verið so høgur hava vit mett um hvussu eg eri fyri. Vit eru komin fram til, at tað hevði verið skaðiligt at hildið frá fram í Tour de France á hesum sinnið, sigur Mark Cavendish í tíðindaskrivi.

Bretin ætlar sær at luttaka í OL, sum verður frá 5. august í brasilska høvuðsstaðnum Rio de Janeiro.

Hóast tað bara eru fimm dagar eftir av kappingini, so bjóða fýra av teimum uppá alpurnar og hetta er ikki júst styrkin hjá Cavendish, sum annars hevur gjørt sera nógv um seg í ár. Hann hevur vunnið fýra teinar í ársins kapping og 30 teinar í alt.

Belgiska súkklulegendan, Eddy Merkz hevur vunnið 34 einstakar sigar og tað er tað mesta nakrantíð. Cavendish er bert 31 ár, so tað er als ikki óhugsandi at hann tekur belgiaran.