(Mynd: EPA)

Cavensidh fyri triðju ferð í ár – næstflestar sigrar av øllum

Ingi Samuelsen

07.07.2016 - 16:28

Ítróttur > Ítróttur > Súkkling

Manska missilið – súklarin Mark Cavendish av Manoy – er nú tann súkklarin, sum hevur vunnið næstflest einkultsigrar av øllum í stóru fronsku súkklukappingini, Tour de France.

Í dag var sætti teinurin súkklaður frá Arpajon-sur-Cère í miðfranska hálendinum suður til býin Montauban Languedoc-Roussillon økinum har suðuri í landinum.

Hesaferð komu súkklararnir samlaðir til málbýin, og í spurtinum var Mark Cavendish skjótastur og kundi sostatt heiðrast sum vinnari fyri triðju ferð í ár.

Hetta var sigur nummar 29 hjá manoyinginum, og hann kom sostatt framum fraklendingin Bernard Hinault, sum vann 28 einkultar Tour de France sigrar og samlaðu kappingina fimm ferðir seinasta í sjeyti- og fyrst í áttatiárunum.

Enn er eitt petti upp til mannin, sum hevur vunnið allarflest sigrar. Belgiska súkklulegendan, Eddy Merkx vann 34 einstakar sigrar. Men við 29 sigrum, er tað ikki óhugsandi at sprintarin av Manoy kann taka Merkx aftur. Mark Cavendish er bert 31 ár, og hevur okkurt árið vunnið heilar seks sigrar.

Hann vinnur neyvan nakran sigur komandi dagarnar, tí tá verður súkklað í Pýrinea-fjallalendinum á markinum millum Frakland og Spania, og tá fáa tour-fjeppararnir at síggja hvør av favorittunum til samlaða sigurin er sterkastur.

Belgiarin Greg van Avermaet súkklar í gulu føraratroyggjuni eftir at hann slapp avstað í gjár, og vann góðar fimm minuttir í mun til favorittbólkin.