Savnsmynd

Video: CBS valt Føroyar sum eitt tað besta ferðamálið í 2018



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

09.01.2018 - 14:34

Mentan > Vinna & Tøkni > Ferðavinna

Stóri amerikanski tíðindamiðilin, CBS, hevur valt Føroyar sum eitt tað besta ferðamálið í heiminum í 2018.

Ferðingarredaktørurin hjá CBS, Peter Greenberg, ehvði innslag í morgunsendingini, This Morning, har hann valdi tey trý støðini í heiminum, sum fólk eiga at vitja í 2018.

Saman við Portugal og Malta, verða Føroyar nevndar sum besta staðið at ferðast til.

- Í Føroyum fært tú um summarið 22 tímar við dagsljósi um døgnið, undirsjóvartunlar ger tað lætt at ferðast millum oyggjarnar, oyggjarnar hava sítt egna symfoniorkestur, góðan mat, góðar møguleikar at fiska og frálíka søgu, sigur Peter Greenberg.