CEDAW: Kvinnuumboðan og fosturtøkuspurningurin millum tilmælini



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

07.03.2015 - 19:22

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Føroyskir myndugleikar skulu virka fyri, at fleiri kvinnur gerast virknar í politikki.

Fosturtøkulóggávan í Føroyum eigur eisini at vera endurskoðað.

Hetta eru millum tilmælini, sum ST nevndin fyri kvinnurættindi hevur almannakunngjørt.

Tann 24. februar 2015 luttóku Føroyar, saman við Danmark og Grønlandi, í hoyringini í kvinnurættindasáttmálanum (CEDAW) í sambandi við frágreiðingina, sum var latin ST í 2013.

Í tilmælunum, sum snúgva seg um Føroyar, verður millum annað mælt til:



  • At veita størri kunning um Kvinnurættindasáttmálan.

  • At endurskoða núverandi skipanir, sum hava til endamáls at veita javnstøðu, gera fleiri kanningar innan kyn og javnstøðu og at fáa til vega og greina fleiri hagtøl um kyn.

  • At virka fyri at broyta siðbundnar fatanir av leiklutinum hjá kvinnum og monnum í samfelagnum.

  • At styrkja um rættarverjuna hjá kvinnum, sum útsettar fyri harðskapi.

  • At virka fyri at fáa fleiri kvinnur í kommunal og landspolitik við m.a. at umhugsa at fáa eina fyrbils kvotuskipan í lag.


Í einum tilmæli latið Danmark, skjýtur CEDAW nevndin upp, at Danmark umhugsar at endurskoða síni sjónarmið um galdandi fosturtøkulóggávu í Føroyum.

CEDAW nevndin metir, at tað er ein vandi fyri, at kvinnur í Føroyum kunnu koma í vandastøður og verða fyri mismuni í mun til rættindini hjá kvinnum í restina av ríkisfelagsskapinum, tá fosturtøkulóggávan í Føroyum ikki er tann sama sama sum í Danmark og Grønlandi.

Føroyar skulu lata sína næstu CEDAW frágreiðing til ST í 2019.