Aksel V. Johannesen (Mynd: Jens Kr. Vang)

CEF samgonga møguliga klár til fyrsta tingfundin

Steinar Patursson

11.09.2015 - 16:30

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Hóast Nýtt Sjálvstýri tók seg úr samráðingunum, so hevur arbeiðið gingið framá at skipa stjórn.

Fyrr í vikuni segði Aksel V. Johannesen, at væntandi varð samgonguskjalið klárt, tá vikan varð komin at enda.

Og í dag sigur Aksel V. Johannesen við Rás 2, at nú er næstan komið á mál.

Vikuskiftið skal nú nýtast til at leggja seinastu hond á orðingarnar, umframt at tey ymisku málsøkini skulu býtast millum flokkarnar.

Í samrøðuni við Rás tvey sigur Aksel V. Johannesen, at málið er at hava alt klárt til tingfundin týsdagin.