(Mynd: EPA)

Celine Dion syngur í Keypmannahavn í summar



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

25.01.2017 - 10:55

Mentan > Mentan > Konsertir

Nú verður møguleiki at hoyra vælumtóktu kanadisku sangarinnuna, Celine Dion, í Keypmannahavn.

Hon hevur júst boðað frá á heimasíðu síni, at hon heldur konsert í nýggju stóru konserthøllini, Royal Arena í Ørestaden á Amager 15. juni. Atgongumerkjasølan byrjar 3. februar, skrivar tv2.dk.

48 ára gamla Celina Dion hevur selt meira enn 200 milliónir plátur síðan starvsleið hennara sum sangari byrjaði í byrjanini av áttatitalinum.

Seinast Celine Dion var í danska høvuðsstaðnum var í 2008, tá hon sang í Parken, sum var útselt. Hon hevur fyrr hildið fýra konsertir í Danmark.

Dagliga syngur Celine Dion í Las Vegas í USA har hon síðan 2011 hevur upptraðkað fleiri ferðir um vikuna við sínum show’i ’Celine’, sum eftir ætlan skal halda á fram til 2019.

Umframt konsertina í Keypmannahavn, heldur hon eisini konsertir í Stockholm, London og Paris á hesum sinni.