Føroyska liðið hevur spælt seg í hálvfinaluna (Mynd: hsf)

Challenge Trophy: Bólkafinalan varð eisini vunnin í Georgia

Niels Petersen

10.03.2016 - 17:39

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur

Við einum tryggum 21-14 sigri tryggjaðu føroysku U19 hondbóltskvinnurnar sær fyrsta plássið í bólkinum í Challenge Trophy kappingini sum verður hildin í Georgia í hesum døgum. Hálvleiksstøðan var 9-7. Besti føroyski leikarin í dag bleiv Annika Fríðheim Petersen.

- Føroyska verjan stendur sera væl, men heldur nógvir kjansir eru brendir í hinum endanum.Góða verjan ger at okkara standa nógv í verjustøðu, meðan Belgia hevur sera drúgv álop við nógvum fríkøstum, stendur á facebook bólkinum hjá Hondbóltsambandinum.

Sambært hondbóltsambandinum stóð verjan sera sterk, men at tað kanska gekk heldur striltið í álopspartinum. Nógvir málmøguleikar blivu brendir, men við stinnari verju og sera stinnum málverja fekk føroyska liðið koppa Belgia, og eru nú klárar til hálvfinalu móti Letlandi.