Champion League: Lutakast í dag

Ingi Samuelsen

19.06.2017 - 09:50

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Í dag verður gjørt av, hvørjum Víkingur skal spæla ímóti í fyrsta undanumfari til stóru Champions League kappingina í fótbólti.

Við tað, at Víkingur hevur góð úrslit at vísa á frá fyrr av, er liðið í pottinum við betru liðunum, tá lutakastið verður klokkan 11 í dag.

Víkingur er í potti saman við The New Saints úr Wales, Linfield úr Norðurírlandi, Hibernians av Malta og FC Santa Coloma úr Andorra. Og liðini, sum Víkingur kann møta eru:

Alaskert úr Armenia, La Fiorita úr San Marino, Europa úr Gibraltar, FCI Tallin út Estlandi og Trepça ’89 úr Kosovo.

Í dag verður eisini drigið um hvussu liðini møtast í næsta umfari, ið verður kallað fyrsta undanumfar. Millum meistaraliðini, sum Víkingur kann møta, um liðið kemur víðari eru FC København, Celtic, Malmö FF, Rosenborg og FH Hafnarfjörður.

Klokkan 12 verður drigið í hinari kappingini, Europa League.

NSÍ er komið í bólk 8 við hesum møguligu mótstøðuliðum: Stjarnan úr Íslandi, St. Johnstone úr Skotlandi, Olimpija Ljubljana úr Slovenia, Dinamo Minsk úr Hvítarusslandi og Crusaders úr Norðurírlandi.

B36 er komið í bólk 9 við hesum møguligu mótstøðuliðum: IFK Norrköping úr Svøríki, Odd úr Noregi, HJK Helsinki úr Finnlandi, Ferencváros úr Ungarn og Nomme Kalju úr Estlandi.

KÍ er komið í bólk 10 við hesum møguligu mótstøðuliðum: AIK úr Svøríki, Shaktyor Soligorsk úr Hvítarusslandi, KR Reykjavík úr Íslandi, Lyngby úr Danmark og Levadia Tallin úr Estlandi.