Mynd: EPA

Champions League og Europa League lutakast í dag

Jens Hákun Leo

21.04.2017 - 07:25

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Tað er í dag, at lutakastið til hálvfinalurnar í ávikavist Champions League og Europa League stendur á skránni.

Kl. 11 er lutakastið til Champions League hálvfinalurnar á skránni. Real Madrid, Atletico Madrid, AS Monaco og Juventus eru við í Champions League lutakastinum. 

Lutakastið til Europa League hálvfinalurnar fer fram beint eftir tað til Champions League hálvfinalurnar. Tað byrjar kl. 12. Manchester United, Ajax Amsterdam, Lyon og Celta Vigo eru við í Europa League lutakastinum.

Lutakastini bæði fara fram í Nyon í Sveits.

Tað var annars almikil dramatikkur í fjórðingsfinalunum í Europa League í gjárkvøldið, og í trimum av teimum fýra fjórðingsfinalunum mátti longd leiktíð til fyri at finna eina avgerð.

Á Old Trafford vann Manchester United 2-1 og 3-2 samanlagt á Anderlecht eftir longda leiktíð, meðan Ajax Amsterdam á útivølli ímóti Schalke 04 tapti 2-3, men kom víðari við 4-3 samanlagt, eftir longda leiktíð.

Lyon í sínum lag tapti 1-2 ímóti Besiktas i Turkalandi eftir longda leiktíð, men vann síðan ta eftirfylgjandi brotssparkskappingina.

Celta Vigo leikti í tí síðsta dystinum í gjárkvøldið javnt 1-1 á útivølli ímóti Genk og kom víðari við 4-3 samanlagt.