(Mynd: EPA)

Champions Legue: 7 lið dystast um víðari luttøku

Ari av Rana

05.12.2017 - 13:33

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Síðsta umfar í bólkaspælinum í ársins Champions League kapping verður spælt í kvøld.

Í bólkunum A-D, sum spæla í kvøld, hava Paris Saint-Germain, Bayern Munchen, Chelsea og Barcelona longu spælt seg víðari í kappingini.

Manchester United er næstan víðari í kappingini. Liðið tekur ímóti CSKA Moskva á Old Trafford í kvøld, og skal Manchester United missa sítt pláss víðari í kappingini, skulu teir tapa við 5 málum, samstundis sum Basel vinnur ímóti Benfica.

Tí er meiri spenningur um tað verður CSKA Moskva ella Basel, sum spæla seg víðari. Liðini hava bæði 9 stig. Málmunurin merkir, at CSKA Moskva næstan við vissu má fáa fleiri stig enn Basel í dag fyri at vinna seg víðari.

Í bólki B hava PSG og Bayern Munchen longu spælt seg víðari. Spenningurin er tí einans um tað verður Celtic ella Anderlecht, sum sleppa at halda fram í Evropa League kappingini, sum nummar 3 í bólkinum. Anderlecht má vinna við trimum málum á útivølli móti Celtic, fyri at tryggja sær Evropa League luttøku.

Chelsea hevur tryggja sær víðari luttøku, men tað hevur mótstøðuliðið, Atletico Madrid, ikki. Atletico liggur 2 stig aftanfyri AS Roma á 2. plássi, og tí er einki annað enn ein sigur ímóti ensku meistarunum gott nokk. AS Roma spæla ímóti FK Qarabag, sum einans hevur vunnið tvey stig.

Í síðsta bólkinum, har dystir verða leiktir í kvøld, hevur Barcelona við 11 stigum spælt seg víðari, meðan Olympiakos við einum stigi ikki megnar at taka nakran aftur. Spurningurin er tí um tað verður Juventus ella Sporting, sum megnar at leika seg víðari í kappingini.

Juventus, við 8 stigum, hevur lættari uppgávuna í kvøld, tí teir skulu spæla ímóti Olympiakos í Grikkalandi, meðan Sporting, við 7 stigum, skulu spæla á Camp Nou móti Barcelona.

Dystirnir í kvøld:

Benfica – Basel

Manchester United – CSKA Moskva

Bayern Munchen – Paris Saint-Germain

Celtic – Anderlecht

AS Roma – FK Qarabag

Chelsea – Atletico Madrid

Barcelona – Sporting CP

Olympiakos - Juventus