Mynd: EPA

Champs-Élysées: IS tikið ábyrgdina


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Redaktion

21.04.2017 - 09:21

Tíðindi > Uttanlands - Yvirgangur

IS tekur nú ábyrgdina fyri hendingina í París í gjárkvøldið, har ið ein løgreglumaður varð skotin til deyðis og tríggir aðrir særdir, tá ið ein bilur við trimum monnum kom koyrandi framvið, og tann eini av teimum steig úr honum og byrjaði at skjóta frá hond.

Hetta upplýsir IS á síni egnu tíðindastovu Amaq, vísandi á navnið á einum belgiskum manni, sum skal hava framt álopið.

Í aðrar mátar er eisini komið fram í sambandi við skottilburðin í gjárkvøldið, at ein maður, sum er settur í samband við tilburðin, hevur meldað seg sjálvan hjá løgregluni í belgiska býnum Antwerpen tíðliga í dag.