Prins Harry og Meghan Markle (Mynd: EPA)

Charles prinsur leiðir Meghan Markle fram eftir kirkjugólvinum

Ari av Rana

18.05.2018 - 11:16

Mentan > Tíðindi > Kongalig

Nógv hevur verið tosað um hvør fer at leiða Meghan Markle eftir kirkjugólvinum leygardagin, tá amerikanska sjónleikarinnan giftist við Harry prinsi. Í gjár boðaði Markle frá, at pápi hennara ikki fær verið til brúdleypið vegna heilsutrupulleikum.

Í dag er greitt, at tað verður komandi verfaðir hennara, Charles prinsur, sum fær æruna av at leiða hana.

Bretska kongshúsið sigur, at tað er Meghan Markle sjálv, sum hevur spurt Charles prins, um hann vil leiða hana á degnum. Prinsur av Wales er fegin um, at hann á hendan hátt kann bjóða Meghan Markle vælkomna í familjuna, sigur kongaliga familjan í tíðindaskrivi.