Mynd: EPA

Chelsea er enskur meistari

Jens Hákun Leo

12.05.2017 - 22:30

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Chelsea er enskur meistari.

Hetta er greitt, eftir at felagið í kvøld vann 1-0 á útivølli ímóti West Bromwich Albion við máli frá belgiska framherjanum Michy Batshuayi. 

Málið kom eftir 82. minuttir.

Chelsea hevur nú 87 stig fyri 36 dystir og liggur 10 stig frammanfyri Tottenham á 2. plássinum, sum hevur tríggjar dystir eftir at leika, og sum í mesta lagi kann fáa 86 stig.

Seinast Chelsea var enskur meistari var í 2015 undir leiðslu av núverandi Manchester United managaranum Jose Mourinho.

Hetta er fyrsta árið í ensku Premier League hjá managara felagsins, italienska Antonio Conte.