Arsenal og Chelsea skulu í kvøld stríðast fyri finaluplássinum í Carabao Cup. Talan er um fyrru hálvfinaluna. (Mynd: EPA)

Chelsea og Arsenal bresta aftur saman í kvøld



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Agnar Frederiksen

10.01.2018 - 14:46

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Eins og seinasta mikukvøld so er spennandi grannauppgerð millum Chelsea og Arsenal í London á skránni í kvøld. Hesuferð er tað í Carabao Cup, og hendan fyrra hálvfinalan verður leikt á Stamford Bridge.

Liðini hava leikt ímóti hvør ørðum tvær ferðir í ár, og í báðum førum hava stórliðini úr London deilt stigini. Fyri einari viku síðani endaði tað 2-2 á Emirates, har talan var um ein sera undirhaldandi og opnan dyst. Lagt er tí upp til eina spennandi uppgerð aftur í kvøld.

Tað er einki sum verður endaliga avgjørt í kvøld; seinna hálvfinalan verður leikt um tvær vikur. 

Í gjárkvøldið vann Menchester City 2-1 á Bristol City á Etihad í hálvfinaluni, har avgerandi málið kom í evstu løtu. Vinnarin av uppgerðunum millum hesini liðini skal hitta annað av liðnum frá London í finaluni.