Oliver Giroud gjørdist stóra hetjan fyri Chelsea ímóti Southmapton (Mynd: GETTY IMAGES)

Chelsea og Giroud vendu dystinum uppá stutta tíð

Agnar Frederiksen

14.04.2018 - 14:35

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Í fyrsta dystinum í Premier League í dag var Southampton á veg til at taka trý sera týdningarmikil stig, tá Chelsea var á vitjan í Suður Onglandi. Men við trimum skjótum málum vendi Chelsea 0-2 til 3-2.

Tað var ikki nakar hendingaríkur fyrri hálvleikur, men heimaliðið kom á odda eftir tjúgu minuttir, tá Dusan Tadic skoraði. Tá hálvur tími var eftir av dystinum tyktiskt sigurin rímiliga tryggur hjá Southampton. Chelsea hevði lítið at bjóða uppá, og Jan Bednarek økti til 2-0. Men so kom Oliver Giroud á vøllin.

Tíggju minuttir eftir 2-0 málið minkaði Giroud um munin, og tá eitt korter var eftir javnaði Eden Hazard. Og bert tveir minuttir eftir tað málið varð tað 3-2 til útiliðið, tá Giroud aftur var á blettinum.

Tað endðai 3-2, og Southampton stóð sostatt við ongum, og frástøðan til liðini yvir strikuna kann gerast størri seinni í dag.

Nú klokkan 15.00 eru fýra dystir á skránni, og tveir dystir afturat eru seinni í kvøld:


15.00:
Burnley - Leicester
Crystal Palace - Brighton
Huddersfield - Watford

Swansea - Everton

17.30: Liverpool - Bournemouth

19.45: Tottenham - Manchester City