Romelu Lukaku hjá Everton mannar álopið á ársins liði saman við Harry Kane (Mynd: EPA)

Chelsea og Tottenham manna ársins lið

Ingi Samuelsen

20.04.2017 - 10:47

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Feløgini Chelsea og Tottenham hava fýra lið hvørt við á ársins liði í Premier League, sum leikararnir í liguni sjálvir hava sett.

Móti kappingarenda á hvørjum ári setir enska leikarafelagið PFA eitt ársins lið, samansett av teimum bestu leikarum í Premier League. Í dag var ársins lið 2016/17 so avdúkað.

Og altíð er kjak um, kanska hvør ikki er valdur á liðið hesaferð. Millum teir, sum ikki eru komnir upp á tal er Zlatan Ibrahimovic.

Manchester United hevur bert ein mann á liðnum, Liverpool ein og Everton ein. Restin eru Chelsea og Tottenham leikarar:

David De Gea (Manchester United)

Kyle Walker (Tottenham)
Gary Cahill (Chelsea)
David Luiz (Chelsea
Danny Rose (Tottenham)

Eden Hazard (Chelsea)
N'Golo Kante (Chelsea)
Dele Alli (Tottenham)
Saido Mane (Liverpool)

Romelu Lukaku (Everton)
Harry Kane (Tottenham)