Chelsea vann í dag 2-0 á Southampton í hálvfinaluni í FA Cup (Mynd: EPA)

Chelsea og United í finaluni

Agnar Frederiksen

22.04.2018 - 16:57

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur
Chelsea vann í dag 2-0 á Southampton, og tryggjaði sær harvið pláss í FA Cup finaluni.

Tað var málleyst í hálvleikinum á Wembley, men beinanvegin í 2.hálvleiki legði Oliver Giroud Chelsea á odda. Tað var opið til nakrr fáir minuttir vóru eftir, tá Alvaro Morata avgjørdi dystin.

Chelsea hevur sostatt møguleikan at enda kappingarárið væl, sjálvt um liðið ikki fer at enda í topp-fýra. United vann í gjár 2-1 á Tottenham, og tað verða harvið liðini hjá José Mourinho og Antonio Conte, sum skulu hittast í finaluni 19.mei.