Mynd: EPA

Chelsea økir í oddinum

Sverri Egholm

18.03.2017 - 17:22

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Chelsea økti um støðuna í oddinum í Premier League, tá teir vóru á vitjan hjá Stoke.

Gestirnir fingu eisini eina góða byrjan, og løgdu seg á odda tá bara 15 minuttir vóru leiktir av dystinum. Hetta var við máli frá Willian.

Góðar fimm minuttir fyri steðgin dømdi dómarin brotsspark til Stoke, sum Jonathan Walters setti í netið, Liðini fóru til hálvleiks við støðuni 1-1.

Fyrri hálvleikur var intensur og hetta helt eisini fram í seinna hálvleiki, har Chelsea hevði fleiri møguleikar at leggja seg á odda, men ikki fyrr enn fáir minuttir vóru eftir av dystinum kom avgerðin.

Stoke fekk ikki beint bóltin burtur eftir eitt hornaspark, og næstan tilvildarliga fekk Gary Cahill bóltin í brotsteiginum og kundi smekka hann í netið til støðuna 2-1, sum eisini gjørdist úrslitið.

Við trimum stigum í dag hálar Chelsea seg upp á 69 stig, heili 13 stig frammanfyri Tottenham og Manchester City, sum tó hava spælt ein dyst færri.


Úrslit í dag
West Bromwich Albion - Arsenal (3-1)
Crystal Palace - Watford (1-0)
Everton - Hull City (4-0)
Stoke City - Chelsea (1-2)
Sunderland - Burnley (0-0)
West Ham United - Leicester City (2-3)


Støðan í Premier League
1. Chelsea (69 stig)
2. Tottenham (56 stig)
3. Manchester City (56 stig)
4. Liverpool (55 stig)
5. Arsenal (50 stig)
6. Everton (50 stig)
7. Manchester United (49 stig)
8. West Bromwich Albion (43 stig)
9. Stoke City (36 stig)
10. Southampton (33 stig)
11. West Ham United (33 stig)
12. Burnley (32 stig)
13. Watford (31 stig)
14. AFC Bournemouth (30 stig)
15. Leicester City (30 stig)
16. Crystal Palace (28 stig)
17. Swansea City (27 stig)
18. Hull City (24 stig)
19. Middlesbrough (22 stig)
20. Sunderland (20 stig)