Chelsea venjarin, Antonio Conte, er undir trýsti (Mynd: EPA)

Chelsea skal royna at venda ringum gongdini

Ari av Rana

12.02.2018 - 16:21

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Ein dystur verður spældur í ensku Premier League í kvøld, tá meistararnir úr Chelsea taka ímóti botnliðinum West Bromwich Albion.

Eftir sigurin hjá Tottenham á Arsenal leygardagin, er Chelsea dottið niður á fimta pláss á stigatalvuni. Við einum sigri í kvøld fer ríkfelagið tó upp aftur á fjórða plássið. Gongdin hjá Chelsea hevur tó verið vánalig síðstu tíðina. Tveir teir seinastu dystirnir eru endaðir við 0-3 tapi móti Bournemouth og 4-1 tapi móti Watford. Chelsea hevur bert megna ein sigur í seinastu fimm dystunum.

West Bromwich liggur á aftasta plássi í deildini, 7 stig aftanfyri Huddersfield, sum liggur røttu megin niðurflytingarstrikuni. Av seinastu dystunum hevur liðið tapt tríggjar og bert megna ein sigur. Tað verður tí ein torført uppgáva, at skula vinna á sigursvanda felagnum úr London.

Dysturin verður spældur kl. 20.