Eden Hazard skoraði 2 mál í 3-0 sigri á West Brom í kvøld

Chelsea vann trygt á West Brom

Ari av Rana

12.02.2018 - 22:05

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Chelsea vann í kvøld tryggan 3-0 sigur á West Bromwich Albion í Premier League. Eden Hazard gjørdist stóra hetjan við tveimum málum.

Fyrsta málið kom eftir 25 minuttir, tá Eden Hazard spældi flott saman við nýggja álopsleikaranum hjá Chelsea, franski Oliver Giroud, sum spældi Eden Hazard frían, so at hann lættliga kundi seta bóltin í málið. 1-0 støðan helt sær til hálvleik.

Í seinni hálvleiki skoraði Victor Moses til 2-0, eftir at bólturin varð leysur inni í brotsteiginum.

Eftir 71 minuttir skoraði Eden Hazard sítt næsta mál til endaligu støðuna 3-0. Hazard fekk bóltin á kantinum av brotsteiginum, setti ein leikara av og smekkaði bóltin í málið.

Við sigrinum er Chelsea aftur á fjórða plássi í Premier League, meðan West Bromwich enn eru á aftasta plássi.