Chris Cornell doyði fyri egnari hond



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

19.05.2017 - 08:02

Mentan > Mentan > Tónleikur

Heimskendi rokksangarin, Chris Cornell, sum doyði í gjár, tók sítt egna lív við at heingja seg. Tað vátta rættarlæknar í Detroit fyri Reuters tíðindastovuni.

Sangarin doyði í Detroit fáar tímar eftir at hann hevði hildið konsert í Fox Theatre saman við orkestri sínum, Soundgarden.

Chris Cornell, við borgarliga navninum Christopher John Boyle, stóð á odda í Soundgarden í áttati- og nítiárunum. Eftir aldarskiftið sang hann í orkestrinum Audioslave, men í 2010 varð Soundgarden endurstovnaður.

Í einum tíðindaskrivi til AP tíðliga í gjár segði ein talsmaður fyri familjuna, at Chris Cornell varð deyður ”óvæntað og knappliga”.

Cornell vaks upp í Seattle. Hann hevur eina dóttur við fyrrverandi konuni og fyrrverandi managera hjá Soundgarden, Susan Silver, og tvey børn, dóttur og son, við konuni hann var giftur við, nú hann doyði, Vicky Karayiannis.

Sangurin ”Black Hole Sun”, sum hoyrist her, er eitt av størstu hittunum, sum hann gav út saman við Soundgarden í 1994. Sangurin var á fjórðu plátuni hjá orkestrinum.

Eftir 13 ár og fimm plátur, fór Soundgarden hvør til sítt í 1997 og Chris Cornell royndi seg einsamallur, millum annað við plátuni ”Euphoria Morning”.

Í 2001 stovnaði hann orkestrið Audioslave saman við Tom Morello, Tim Commerford og Brad Wilk. Teir komu við trimum fløgum áðrenn orkestrið gavst í 2007 orsaka av tónleikaligum ósemjum.

Eftir tað kom Cornell við tveimum solofløgum, men gamal kærleiki rustar sum kunnugt ikki, og í 2012 kom var Soundgarden endurstovnað, og kom við plátuni "King Animal".