(Mynd: EPA)

Chris Froom súkklar nú í gulu troyggjuni

Ingi Samuelsen

06.07.2017 - 09:32

Ítróttur > Ítróttur > Súkkling

Trýfaldi vinnarin av Tour de France, Chris Froome hjá liðnum Team Sky, súkklar nú í gulu leiðslutroyggjuni, eins og hann plagar.

Bretin, sum vann Tour de France í 2013, 2015 og 2016, gjørdist í gjár triði maður í mál á fimta teini, sum hevði mál á La Planche de belles Filles, og tað var nóg mikið til at hann kundi taka leiðsluna í samlaðu kappingini.

Tað var italiumaðurin hjá Astana Liðnum, Fabio Aru, sum streyk frá hinum niðan brekkuna upp á fjallið, og hann kom á mál 16 sekund framman fyri Daniel Martin og 20 sekund framman fyri Chris Froome.

Chris Froome liggur nú á odda samlað, 12 sekund framman fyri liðfelagan Geraint Thomas, sum misti troyggjuna í gjár, og 14 sekund framman fyri Fabio Aru.

Í dag verður súkklað Vesoul til Troyes, ein 216 kilometrar langur flatur teinur, sum helst endar við hópspurti. Eftir mannfallið og útihýsingina av heimsmeistaranum Peter Sagan eftir hópspurtin fyrradagin, verður sæð fram móti einum spurti í dag, tí kjakið er heitt um hvat súkklararnir kunnu og hvat teir ikki kunnu gera í slíkum føri.

Heilt nógvir eygleiðarar av súkklukappingini halda, at UCI, altjóða súkklusambandið, var alt ov hart í síni døming, tá Peter Sagan varð tveittur út úr kappingini.