Chris Froome (Mynd: EPA)

Chris Froome aftur í gulum

Ingi Samuelsen

10.07.2015 - 15:55

Ítróttur > Ítróttur > Súkkling

Gula leiðslutroyggjan var ikki við, tá sjeyndi teinur í stóru súkklukappingini Tour de France varð súkklaður í dag í Normandí og Bretagne í Norðurfraklandi.

Orsøkin er, at týskarin Tony Martin datt og meiðslaði seg illa beint fyri mál í gjár. Hann megnaði at koma um málstrikuna hóast hann hevði brotið øsbeinið, men megnaði ikki at halda fram, tá súkklukappingin varð uppafturtikin í dag.

Sostatt var gula troyggjan ikki umboðað í kappingini í dag. Men eftir at komið varð í mál, kundi bretin Chris Froome frá Team Sky aftur lata seg í troyggjuna. Hann førir kappingina framman fyri Tejay van Gardenen og Peter Sagan.

Dagsins túrur varð avgjørdur í einum hópspurti í Fougères, og hesaferð var tað manoyingurin Mark Cavendish, sum var tann kvikasti.

Fyri Mark Cavendish var hetta ein søtur sigur. Hann hevur vunnið nógvar spurtsigrar í Tour de France, men tað er meira enn eitt ár síðan hann seinast var fyrstur um málstrikuna. Sigurin í dag var 26. sigurin hjá manoyinginum, sum fyri 12 árum síðani umboðaði Isle of Man á oyggjaleikunum á Guernsey.