(Mynd: EPA)

Chris Froome knúsar alla mótstøðu

Ingi Samuelsen

14.07.2015 - 15:52

Ítróttur > Ítróttur > Súkkling

Suðurafrikanski súkklarin Chris Froome vísti óhugnaliga styrki, tá hann í dag vísti alla mótstøðu frá sær, og setti seg tungt á Tour de France kappingina.

Í gulu leiðslutroyggjuni vann hann trygt 10. túr í stóru súkklukappingini, og økti um leiðsluna. Eftir ein hvílidag, eru súkklararnir nú komnir niður til Pyrineafjøllini, og hetta var fyrsta veruliga fjallakapping.

Nakrar kilometrar áðrenn mállinjuna á La Pierre-Saint-Martin umleið 1600 metra hædd, stakk súkklarin í gulu troyggjuni frá sínum mótstøðumonnum og vann í stórum stíli.

Chris Froome, sum vann Tour de France fyri tveimum árum síðan, var 59 sekund skjótari enn liðfelagin á Sky-liðnum, Richie Porte, og ein minutt og 4 sekund framman fyri Nairo Quintana úr Kolumbia, ið verður mettur at vera tann, ið best kann kappast móti Froome í fjøllunum.

Samlað er Chris Froome nú næstan tríggjar minuttir framman fyri Tejay van Garderen úr USA og góðar tríggjar minuttir framman fyri Quintana.

Tour de France vinnarin í fjør, Vincento Nibali úr Italia, kláraði als ikki at fylgja við í dag, og er ikki longur við í kappingini um at gerast samlaður vinnari. Sama kann sigast um spanska Alberto Contador, sum misti næstan tríggjar minuttir í kappingini um gulu troyggjuna í dag.