Christian Eriksen skoraði trý mál í kvøld (Mynd: EPA)

Christian Eriksen sendi Danmark til HM



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

14.11.2017 - 21:46

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Danmark hevur spælt seg til HM endaspælið í Russlandi í 2018. Tað er greitt eftir at Danmark vann heili 1-5 á Írlandi á Aviva leikvøllinum í Dublin fyri løtu síðani.

Tað var annars væntað, at tað fór at verða ein tættur dystur í kvøld. Fyrri dysturin millum liðini, sum varð spældur í Keypmannahavn leygardagin, endaði málleysur.

So var ikki í kvøld. Ein stórspælandi Christian Eriksen skoraði heili trý mál, tá Danmark bankaði Írlandi. Endaliga støðan gjørdist 1-5.

Tað var annars Írland, sum skoraði fyrst, tá Shane Duffy gjørdi sær deilt av vánaligum donskum verjuspælið og skallaði bóltin uppum Kasper Schmeichel og í tómt net eftir bert 6 minuttum.

Danmark fingu rætt lag í støðuna í 29. Minutti, tá Pione Sisto fór dansandi við bóltinum inn í 16-meturin, spældi bóltin til ein frían Andreas Christiansen, sum umvegis ein íra fekk sníkt bóltin í málið.

Bert 3. minuttir skoraði Christian Eriksen sítt fyrsta av trimum málum, við einum framúr langskotið, sum brast í yvirleggjaran og í málið til 1-2.

Í 63. minutti var Pione Sisto aftur uppá spæl, tá hann fekk spælt bóltin til Christian Eriksen, sum stóð beint uttanfyri 16-metur. Við góðum teknikki setti hann bóltin trygt í hornið á málinum og so var 1-3 til Danmark.

10 minuttir seinni skoraði Christian Eriksen sítt triðja mál eftir stórari írskari verjuvillu. Ein vandaleysur bóltur verður lagdur inn fyri málið hjá írum. Eini írin roynir at skjóta bóltin burtur, men rakar illa. Bólturin fer ístaðin trillandi spakuliga út til Christian Eriksen, sum bankar bóltin framvið írska málmannin og upp í hornið á málinum til 1-4.

Í 90. minutti fær Niklas Bendtner brotsspark, tá hann heldur klossut verður feldur. Bendtner tekur sær sjálvur av brotssparkinum og sparkar bóltin hart upp í hornið á málinum. Støðan varð nú 1-5 og Danmark skulu til HM í Russlandi í 2018.