Mynd: Shetland News/Ian Leask

Christian í Grótinum bíðar enn eftir skotsku myndugleikunum

Hallur av Rana

30.04.2015 - 11:07

> Vinna & Tøkni > Fiskivinna

- Vit hoyra einki. Vit hava sett okkum í samband við myndugleikarnar fleiri ferðir fyri at spyrja um hvar málið liggur, men enn er einki nýtt at frætta.

Tað sigur Eyðun Rasmussen, reiðari í Christian í Grótinum, við Portalin.

Tað var 9. novemberí fjør, at Christian í Grótinum fekk boð frá skotskum myndugleikum um at sigla inn til Lerwick tí illgruni var um, at skipið hevði fiska ólógliga. Reiðaríið varð tá álagt eitt sektaruppskot á 20.000 pund, ið svarar til góðar 200.000 kr, fyri at fáa skipið aftur til Føroyar.

Reiðaríið góðtók sektaruppskotið, og varð biðið um at møta í rættinum í januar. Rættarmálið varð tó útsett, og síðani hevur málið mestsum ligið heilt stilt.

- Tað virkar eitt sindur løgið, tí nú er tað skjótt eitt hálvt ár síðani, at skipið varð tikið. Vit hava ikki sjálvir gjørt so nógv burturúr málinum, tí hetta er teirra mál. Tað eru skotskir myndugleikar, ið hava tikið skipið og reist málið, so vit væntað, at tað er í teirra áhuga, at fáa málið avgreitt. Tað er tó løgið, at tá man spyr, so fær man einki svar, sigur Eyðun Rasmussen at enda.