Photo: Shetland News/Ian Leask

Christian í Grótinum: Rætturfundur í dag

Kiran Jóanesarson

09.12.2014 - 13:27

> Tíðindi > Føroyar

Málið um Christian í Grótinum skuldi upprunaliga koma fyri í rættinum í dag, men soleiðis verður tað ikki.

Talan er nú um ein rættarfund, har ákærin skal leggja sína sak fram, upplýsir Eyðun Rasmussen reiðari fyri fiskur.fo.

Nær málið kemur fyri rættin visti reiðarin ikki.

Tað var tann 9. november í ár, at Christian í Grótinum fekk boð frá skotskum mynduleikum um, at sigla inn til Lervick tí mistanki var um, at skipið hevði fiska ólógliga, reiðaríið skuldi gjalda 20.000 pund, ið svarar til góðar 200.000 kr, fyri at fáa skipið aftur til Føroyar.