Mynd: Hanna Vang

Christina Turiðardóttir Arge ársins amboðsfimleikari

Sverri Egholm

03.06.2017 - 22:02

Ítróttur > Ítróttur > Fimleikur

Ársins amboðsfimleikari hjá kvinnum varð Christina Turiðardóttir Arge, kvinnuunglingur úr Fimleikafelagið Ljósið.

- Hetta er stórt. Hetta hevur verið besta fimleikaárið, eg nakrantíð havi havt. Eg havi ongantíð klárað meg so væl sum í ár, og tað er altíð gott at verða løntur fyri hart arbeiði.

Hydra úr Ljósinum vann ársins drakt, og var hon heldur øðrvísi enn hvat er vanligt í Føroyum.

- Draktin hevur íblástur frá føroyska nærumhvørvinum, sum eisini myndar seriuna. Serliga er tað vindurin og frísku litirnir, ið skapa eitt lot, meðan fotomyndirnar endurspegla tað kalda og stilla í føroysku náttúruni, sum havið og tann klári náttarhimmalin.

Vøkur orð um vinnaran av ársins drakt.