Chuck Berry deyður 90 ára gamal


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Sverri Egholm

18.03.2017 - 22:33

Mentan > Mentan > Tónleikur

Amerikanski tónleikarin Chuck Berry er deyður, 90 ára gamal.

Tað upplýsir løgreglan í Missouri sambært ABC News og BBC.

Hann hevur gjørt vælkend løg sum “Johnny B. Goode”, “Maybellene” og “Memphis Tennessee”, og er kendur sum maðurin, sum slóðari innan rock n' roll.

ABC News skivar, at løgreglan fekk fráboðan um at ein lívleysur maður var í einum húsum í Missouri. Fleiri ferð varð roynt at fáa lív í hann aftur, men hann varð staðfestur deyður klokkan 00:40 lokala tíð.