CISV Altjóða Barnalegur 40 ár



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

06.06.2018 - 16:12

Mentan > Mentan > Barna- og ungdómsmentan

Í summar eru 40 ár, síðan fyrstu føroyingarnir luttóku á einari altjóða CISV-legu, og tískil kunnu vit í ár halda 40 ára føðingardag fyri føroysku deildini, ið frá byrjan fekk heitið CISV Altjóða Barnalegur.

CISV er ein altjóða felagsskapur, sum hesi 40 árini hevur skipað fyri, at millum 20-40 børn og ung úr Føroyum á hvørjum ári hava luttikið á altjóða CISV-legum bæði nær og fjar. Flestu hava luttikið á legum úti í heimi, men CISV hevur eisini skipað fyri altjóða legum í Føroyum í miðal annað- til triðjahvørt ár, har vit hava boðið børnum og ungum úr øllum heiminum á legu í Føroyum. Tann fyrsta CISV-legan í Føroyum varð longu hildin summarið 1979.

Tann 10. juni fara vit at halda 40 ára føðingardagin.

Tiltakið er alment, og vit vóna at síggja nógvar CISV-arar og onnur áhugað hendan dagin. Hetta er jú eitt serstakt høvi at møta gomlum vinum og minnast aftur á góðar dagar við CISV.

40 ára føðingardagurin verður í skúlanum við Løgmannabreyt sunnudagin 10. juni.

Á skránni eru røður, sangir og spøl.