Stutt fyri hálvleik fekk Saido Mané reytt kort í hesari støðuni. Hóast City var á odda 1-0 áðrenn reyða kortið, so gjørdist hetta eitt vendipunkt.
(Mynd: EPA)

City vann stórt á tíggju monnum hjá Liverpool

Agnar Frederiksen

09.09.2017 - 14:48

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur
Manchester City hevur fyri løtu síðani vunnið heili 5-0 á Liverpool á Etihad Stadium. Úrsliti skal tó síggjast í ljósinum av, at lyklaleikarin hjá Liverpool, og besti spælarin í Premier League fyr august, Saido Mané varð úvístur tá smáir tíggju minuttir vóru eftir av fyrra hálvleiki.

Tað var lagt upp til eitt satt brak. Liverpool var kanska eitt sindur omaná fyrstu løtuna, men eftir 24 minuttir fann Kevin De Bruyne Sergio Aguero, ið einsamallir við Simon Mignolet var tryggur. Liverpool royndi at svara aftur, men so kom reyða kortið. Mané varð sendir avstað í dýbdina, og Ederson kom langt út úr málinum. Bólturin sprakk, og Mané koyrdi beinið upp, fyri at prika bóltin uppum City-málverjan. Men ístaðin fyri at raka bóltin stemplaði Mané Ederson ógvusliga inná kjálkan. Mané fekk beinleiðis reytt fyri vandamikið spæl, og Eduardo lá leingi á vøllin, áðrenn klárt var at bera hann út. 

Fyritreyturnar broyttist nú munandi, og City tók av. Í longu yvirtíðini í fyrra hálvleiki økti Gabriel Jesus, og tíðliga í 2.hálvleiki avgjørdi hann dystin. Tað var leingi 3-0, og City hevði fullkomiliga tamarhald á dystinum, og hevði møguleikar at økja meira um leiðsluna. Innskifti Leroy Sané skoraði til 4-0, og setti punktum í yvirtíðini við einum perlumálið. 

City er harvið fyribils oddalið við 10 stigum, meðan Liverpool skal reisa seg aftur til Champions League uppgávuna mikudagin. 

Hesir dystirnar eru á skránni restina av degnum:

15:00 Everton - Tottenham Hotspur
15:00 Arsenal - AFC Bournemouth
15:00 Leicester City - Chelsea
15:00 Brighton & Hove Albion - West Bromwich Albion
15:00 Southampton - Watford
17.30 Stoke - Manchester United