CO2 gerast til stein í Íslandi



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

22.11.2017 - 22:54

Mentan > Vinna & Tøkni > Tøkni & vísindi

 Í Íslandi stendur í løtuni ein maskina, sum eitt felag úr Sveis hevur bygt, sum skal gera koltvísúrni til stein. Ætlanin er bygt til at draga CO2 úr luftini, og síðani at goyma tað sum stein langt niðri í jørðini. Hetta skrivar videnskab.dk.

Maskinan er sett upp í Íslandi , og er longu farin í gongd við at reinsa luftina. Maskina gevur vón um at arbeiða ímóti veðurlagsbroytingunum, tó at hon í løtuni bert ger sera lítlan mun.

Tøknin er ment soleiðis, at tað ber til at økja ella minka um hana, so at hon bæði kann nýtast av stórum fyritøkum og privatpersónum.