Coca-Cola fer at framleiða sodavatn við alkoholi



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

07.03.2018 - 23:05

Mentan > Vinna & Tøkni > Annað

Fyri fyrstu ferð í 125 ára søgu síni, fer Coca-Cola at framleiða sodavatn við alkoholi. Hendan nýggja sodavatn verður tó bert framleitt til marknaðin í Japan.

- Coca-Cola hevur altíð lagt seg eftir sodavatni uttan alkohol. Hetta er bert ein lítil roynd á einum sera lítlum parti av okkara marknaði, sigur fyrisitingarstjórin í Coca-Cola Japan, Jorge Garduno, við Financial Times.

Coca-Cola fær meiri og meiri kapping frá alkoholsodavatn t.d. Smirnoff Ice og Bacardi Breezer. Í Japan er tað tó alkohol sodavatn við nøvnum sum Strong Zero, Highball Lemon og Slat.

Sambært japanska sodavatnsamtakinum Suntory er marknaðurin fyri alkoholsodavatn í Japan voksið við millum 5 til 25 prosentum árliga síðani 2013. Japansku alkoholsodavatnirnar innihalda vanliga millum 3-8 prosent alkohol.

Jorge Garduno væntar tó ikki, at brúkararnir aðrastaðni í heiminum skulu vænta sær alkoholsodavatn frá Coca-Cola.