Cola placebo móti leysum lívi



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Oda Strøm

11.03.2018 - 10:26

Mentan > Heilsa & Umhvørvi > Heilsa & Vælvera

Tað vísir seg, at gamla heimaráðið um at drekka cola móti leysum lívi hevur meira placebo virknað enn nakað annað. Tað skrivar Videnskab.dk í samrøðu við yvirlækna á Aalborg Sjúkrahúsi, Asbjørn Mohr Drewes.

- Vit gjørdu eina stuttliga lítla roynd, har ein maður skuldi drekka tveir litrar av cola, og so tóku vit hansara vætutøl aftaná. Vit sóu onga ávirkan, og einki prógv er annars fyri, at cola sum heild hevur nakra effekt uppá leyst lív.

Cola í sær sjálvum kann til dømis ikki drepa bakteriur, hóast cola er ein øgiliga súr væta við lágum pH-virði - tí pH-virði á maganum er lægri. 

Hinvegin trúgva nógv, at cola hjálpir, og av tí sama halda tey, at tey fáa tað betur, tá tey drekka cola. Til dømis kann talan vera um dehydrering, og um cola er tað einasta, mann fær niður, so er bara at drekka cola, sigur yvirlæknin. 

- Tað er cola-placebo, og um mann heldur, mann fær tað betur, ja so er bara at drekka tað.