Coloplast-ránsmaðurin flýggjaði

Ingi Samuelsen

20.04.2017 - 09:06

Tíðindi > Lóg & Landaskil > Løgregla

37 ára gamli maðurin, sum í gjár rýmdi úr varðhaldinum í Mjørkadali og í morgun var funnin í Kaldbak í morgun, er maðurin, sum í 2015 framdi eitt nógv umtalað heimarán í Danmark.

Útklæddur sum ninja fekk hann sær atgongd til marglætishúsini hjá stjóranum í fyritøkuni Coloplast í Vedbæk, og hótti stjóran at flyta sær 2,5 milliónir krónur á kontu sína.

Málið fekk nógv umrøðu í donskum miðlum, ikki bara tí at ein av Danmarkar ríkastu monnum varð hóttur heima hjá sær sjálvum, men eisini tí at tað tók onga tíð hjá løgregluni at finna fram til ránsmannin, tí hann hevði uppgivið sína egnu privatu bankakontu.

Føroyingurin varð á heysti dømdur í hálvtsætta ára fongsul, hann noktaði seg alla tíðina sekan. Sum skilst hevur alt ikki virka so væl í fongslunum niðri, og Kriminalforsorgin hevur tí sum eina roynd vitað, um tað riggaði betri at hava mannin sitandi inni í arrestini í Mjørkadali.

Men tað riggaði ikki so væl. Klokkan 17.15 í gjár leyp hann upp um eina girðing og tók til beins um fjøllini uttan at vaktir ella løgregla kundu finna hann aftur í fyrstu syftu.

Les eisini: Heimaránið: Føroyingurin fekk 5,5 ára fongsulsrevsing