(Savnsmynd frá Oyggjaleikunum á Gotlandi)

ColoQuick koyrir fyri Torkil

Ingi Samuelsen

13.09.2017 - 12:01

Ítróttur > Ítróttur > Súkkling

Føroya besti súkklari, Torkil Veyhe, stríðist hesa vikuna á donsku landavegunum, har ársins størsta súkklukapping í Danmark, Postnord Danmark Rundt, verður hildin hesa vikuna.

Torkil gjørdi veruliga vart við seg í kappingini í fjør, tá hann koyrdi á samansetta landsliðnum fyri súkklarar úr feløgum, ið ikki høvdu lið við til kappingina. Í ár súkklar Torkil fyri liðið ColoQuick-Cult, sum er við í ár.

Fyrsti teinur varð skúkklaður í Norðursælandi í gjár, úr Frederiksbjerg til Kalundborg. Hóast tað ikki sást nógv til føroyska súkklaran í hesi kappingini, so megnaði Torkil at liggja í høvuðsbólkinum, og hann kom á mál saman við øllum favorittunum, bert seks sekund eftir vinnaran, Casper Pedersen. Torkil kom inn sum nummar 30, og er eisini nummar 30 í samlaðu støðuni.

Allir hinir liðfelagarnir hjá Torkili mistu tíð á fyrsta teini, og áðrenn farið var undir annan tein í dag, var greitt, at málið hjá ColoQuick-Cult í dag er at hjálpa føroyska súkklaranum, so at hann ikki missir tíð, og sostatt kann vera við í kappingini í samlaðu kappingini. Í súkklumáli eitur tað, at hann koyrir fyri klassementið.

Annar teinur í dag verður súkklaður á Fjóni við byrjan í Svendborg og máli í Odense. Veðurvánirnar í Danmark eru ikki góðar. Boðað er frá stormi, og vindurin, kanska serliga síðuvindurin, fer helst at hava stóra ávirkan á súkklukappingina í dag.

Umframt tey bestu donsku, sokallaðu kontinentalliðini, eru fleiri av teimum stóru evropeisku liðunum umboðað í kappingini kring Danmark, eitt nú Astana, Cofidis, Trek-Segafredo og Direct Energie.

Danmarks Radio DR1 sendir beinleiðis frá Postnord Danmark Runt frá kl. 14.30. Kappingin endar í Aarbus leygardagin.