Mynd: EPA

- Comey kann bara vóna at eingin upptøka er av samrøðum okkara

Jens Hákun Leo

12.05.2017 - 16:00

Tíðindi > Uttanlands > Politikkur

Eftir at amerikanski forsetin Donald Trump umrøddi tann júst frákoyrda FBI stjóran James Comey sum ein skrøggara í einari samrøðu við NBC News í gjárkvøldið, ávarar hann nú Comey, sum hann sjálvur koyrdi frá fyrr í hesari vikuni, ímóti at leka týðandi upplýsingar til miðlarnar.

Hetta ger hann á soljóðandi hátt á Twitter:

- James Comey kann bara vóna, at eingin upptøka er av samrøðum okkara, áðrenn hann byrjar at leka til pressuna.

Eftir at Comey varð koyrdur úr starvi sínum, sum hann hevur havt síðan septemer 2013, eru ymsar ósamanhangandi frágreiðingar komnar um, hví hann varð koyrdur úr starvi. Harav førdi ein talskvinnu hjá Donald Trump fram, at starvsfólkið hjá FBI ikki longur hevði álit á honum, meðan ein fyribils stjóri í FBI harafturímóti førdi fram, at FBI stuðlaði, og framvegis stuðlar, Comey.

Gitingar hava, sambært DR, verið frammi um, at ein kanning, sum Comey stóð á odda fyri, viðvíkjandi hvørt russar vóru við til at ávirka amerikanska forsetavalið í november í fjør, vóru ein av orsøkunum til, at Comey varð koyrdur úr starvi sínum.

Donald Trump hevur tó sligið fast í áðurumrøddu samrøðuni við NBC News, at kanningin av møguligu russisku uppíblandanini í sambandi við amerikanska forsetavalið í fjør skal halda fram. Hann hevur somuleiðis sligið fast, at Comey í einari telefonsamrøðu og undir einum døgverða hevur greitt honum frá, at hann ikki varð kannaður í sambandi við møguliga russisku uppíblandanina.