Concorde flúgvari. Mynd: EPA

Concorde møguliga á flog aftur



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Steinar Patursson

22.09.2015 - 12:17

Tíðindi > Flogferðsla

Nú 15 ár eftir at Concorde flúgvarin fleyg sín síðsta túr, verður hann møguliga at síggja í luftini aftur.

Tað er altjóða fjepparafelagið fyri Concorde flúgvarar, ið hevur savnað saman 1.6 mia. kr. fyri at fáa flúgvaran á flog aftur í 2019.

Fjepparafelagið, ið er fyrrverandi flogskiparar og onnur flogáhugað, vil í fyrstu atløgu sýna fram ein Concorde flúgvara í London í 2017, men síðani er ætlanin at keypa og seta í stand ein flúgvara aftrat fyri 1.2 mia. kr, ið skal nýtast til uppvísingar og privatar leigutúrar.

14 eindir av skjóta flúgvaranum vórðu bygdar í einum samstarvi millum Air France og British Airways, og hann skjótasti ferðafólkaflúgvari nakrantíð.

Hóast Concorde flúgvarin varð hildin at vera óvanliga tryggur, so førdi ein vanlukka í París í 2000 við sær, at flúgvarin varð tikin úr nýtslu í 2003.

Vanlukkan í 2000 var einasta Concorde vanlukka, ið kravdi mannalív.