Mynd: EPA

Contador givin

Ingi Samuelsen

14.07.2014 - 20:21

Ítróttur > Ítróttur > Súkkling

Ein at favorittunum at vinna Tour de France í ár, spaniumaðurin Alberto Contador, fór úr kappingini í dag.

Alberto Contador er liðskipari á Saxo Tinkoff súkkluliðinum, sum danin Bjarne Riis hevur høvuðsábyrgdina av. Eftir at vinnarin í fjør, Chris Froome, fór úr kappingini fyri nøkrum døgum síðani, hevur Contador verið hildin at vera millum favorittarnar í ár. Hann vísti eisini stóra styrki leygardagin, tá tung brekka var allan vegin niðjan til málið.

Í dag skuldi hann so veruliga vísa sítt virði. Men tá 95 kilometrar vóru eftir av kappingini í dag, datt spaniólin í eini brekku og meiðslaði seg so mikið illa, at hann mátti gevast, hóast hann fyrst fór upp á súkkluna aftur, og vann nakað inn aftur av mistu tíðini.