(Mynd: EPA)

Contador støðgar sum professionellur súkklari



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

07.08.2017 - 10:27

Ítróttur > Ítróttur > Súkkling

Ein av teimum stóru í súkkluheiminum, Alberto Contador, boðar í dag frá, at dagurin er settur fyri nær hann støðgar sum professionellur súkklari. Tað hendir, tá næsta stóra kappingin, Vuelta España endar hin 10. september.

Fráboðanin kemur á Instagram, har Alberto Contador skrivar soleiðis:

- Tað (10. september, -red.) verður mín síðsta kapping sum professionellur. Hetta sigi eg glaður og uttan sorgblídni.

Alberto Contador hevur verið professionellur í 14 ár, og hevur vunnið sjey av teimum 18 Grand Tours (túrarnar kring Italia, Frakland og Spania), sum hann hevur luttikið í. Vuelta España, sum byrjar 19. august verður hansara 18. Grand Tour.

Hann greiðir frá, at hann leingi hevur umhugsa at støðga, og at støðga við størstu kappingini í heimlandinum, verður mett at vera rætti mátin.

Undir Tour de France í ár royndi hann fleiri ferðir at leypa á teir fremstu súkklararnar, men teir vóru honum ov sterkir, og tí endaði hann sum nummar níggju samlað. Yvirhøvur hevur ’El Pistolero’, ið hann verður kallaður, ikki megnað hesi seinastu árini at liva upp til tað, sum hann megnaði á yngri árum.

Contador hevur hetta seinasta árið súkklað við liðnum Trek-Segafredo. Undan tí súkklaði hann við Saxo Bank-SunGard, Astana, Discovery Channel og ONCE-Eroski.